2018-08-01 10:41
Bert trý fólk høvdu søkt kommunulæknastørv, tá freistin at søkja varð úti á middegi í gjár. Heilsutrygd hevði lýst 10 kommunulæknastørv leys.
Tvær av umsóknunum vóru til kommunulæknastarv í Suðurstreymoyar læknadømi, meðan ein umsókn var til kommunulæknastarvið á Sandoynni, skrivar KVF.
Av teimum 10 kommunulæknastørvunum, sum vóru lýst leys, vóru fýra í Suðurstreymoy, tvey í Suðuroy, tvey í Skálafjarðar læknadømi, ein á Sandoynni og ein í Gøtudali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald