Tá ið bilførarar seta seg í samband við Trygd fyri at boða frá bilskaða, er tað ikki bert peningaliga endurgjaldið, ið verður viðgjørt. Síðani ársskiftið hevur Trygd eisini brúkt GPS-støðuna hjá bilum, sum hava verið í ferðsluóhappum, til at skráeta tey vegastrekki, har ferðsluóhappini henda. GPS-dáturnar verða síðani latnar Landsverki, ið á tann hátt fær virðismikla vitan um, hvørjir vegateinar eru serliga vandamiklir.
”Við at skráseta vegastrekki, har ferðsluvanlukkur henda, eru vit við til at fyribyrgja, at líknandi vanlukkur aftur henda í ferðsluni. Hetta er eitt sera týðandi arbeiði, og tí geva vit fegin okkara íkast,” sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.
Tað er Landsverk, ið varðar av landsvegakervinum, og sum arbeiðir miðvíst við at røkka nullvisjónini – at eingin skal fáa álvarsligan skaða ella doyggja í ferðsluni í Føroyum, skrivar Trygd.
“Í arbeiðinum at fyribyrgja ferðsluóhappum eru slíkar skrásetingar av alstórum týdningi. Afturat ferðsluteljingum, ferðmátingum og skráseting av ferðsluóhappum frá løgregluni, fáa vit nú eisini sera viðkomandi upplýsingar frá Trygd um, hvar óhappini henda. Hetta er eitt stórt framstig,” sigur Armgarð Steinhólm, deildarleiðari fyri Infrakervi á Landsverki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald