Uttanlands

Trygdin á ísraelskum sendistovum verður herd

Tað sigur ísraelski forsætisráðharrin, eftir at tvey starvsfólk á ísraelsku sendistovuni í USA vórðu dripin

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2025-05-22 12:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Trygdin verður herd á ísraelskum sendistovum kring heimin.

Tað boðar ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu frá eftir skottilburðin á jødiska savninum í Washington, har tvey starsvfólk á ísraelsku sendistovuni í amerikanska høvuðsstaðnum vórðu dripin.

Talan var um eina skelkandi og antisemitiska hending, sigur Netanyahu.

– Eg havi givið boð um, at trygdartiltøkini skulu herðast á ísraelskum stovnum og hjá statsumboðum kring heimin, sigur hann sambært Ritzau.

Ísraelski forsetin, Isaac Herzog skrivar á X, at hann er knústur.

–  Hjørtu okkara eru við avvarðandi hjá teimum dripnu, og bønir okkara hjá teimum særdu.

Les eisini: Tvey fólk skotin við jødiska savnið í Washington


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder