Evropeisku mynduleikin fyri flogtrygd, EASA, hevur í vikuskiftinum hert sínar viðmælingar um flúgving í iranska loftrúminum, eftir missilmálini í seinastu viku.
Les meira: Iran: Flogfarið var skotið niður av misgáum
Í seinastu viku hava Lufthansa og onnur stór evropeisk flogfeløg fyribils stegðað og umskipað alla sína ferðslu yvir Iran. SAS og Norwegian hava gjørt hetta, men TUI, ið er týkst-enkst og stórt í Skandinavia og í Norðurevropa hevur valt ikki at gera tað enn.
Tað er framvegis møguleiki at keypa flogferðir, sum eru í hesum loftrúminum. miðlaábyrgdarin hjá TUI í Danmark, Thomas Jessen, sigur við danska TV 2, at einki forboð er fyri hesum enn, og at felagið lítur á sínar samstarvsfelagar Qatar og Emirates, ið TUI selur flogferðir í økinum ígjøgnum.
Thomas Jessen undirstrikar tó, at eitt vakið eyga verður hildið við málinum.
Eitt umboðsfólk hjá Norwegian sigur við NRK, ferðafólk og manning hava hægstu raðfesting, og at tí at tað er ótrygt í Iran í løtuni, so hevur felagið valt, at ikki flúgva har í løtuni.
Innanlands
TUI heldur fram við flúgvingini í iranskum loftrúmi
Nógv onnur evropeisk flogfeløg og ferðaskrivur, millum annað tey størstu norðurlendsku, hava fyribils stegðað allari flúgving í økinum, og tað er tað, sum EASA ræður til
Mynd: EPA
2020-01-13 11:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald