Innanlands

Tunlar norð um fjall og samanlegging av valstøðum í løgtinginum í dag

Løgtingið skal atkvøða í báðum málum

2018-12-07 10:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgtingsfundur varð settur klokkan 10, og 11 mál eru á skránni.

Millum mongu uppskotini er uppskotið hjá andstøðuni um tunlarnar norð um Fjall. Andstøðulimir halda, at Norðoyatunnilin skal fyrireika verkætlanina at gera berghol norður um Fjall, men hesum vil samgongan ikki hoyra talan um.

Samgongan heldur ikki, at tunlar eiga at takast úr samferðsluætlanini há Landsverki, fyri síðani at fíggja teir við øðrum gjaldsvegum ella tunlum.

Eitt av hinum málunum á skránni er uppskot frá Sambandsflokkinum um at valstøð við færri enn 200 veljarum, verða tald saman við øðrum valstøðum, og at um færri enn 200 veljarar eru á einum valstaði í kommunu, sum samanlagt hevur fleiri enn 200 veljarar, men sum eru býttar upp í tvey ella fleiri atkvøðuøki, verða atkvøðurnar taldar saman við øðrum valstaði ella valstøðum, soleiðis at í minsta lagið 200 atkvøður verða taldar saman.

Tingmálini á skrá í dag síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder