Innanlands

Túrar hjá Teistanum avlýstir fyribils

Talan skal verða um tekniskt brek

2018-07-10 12:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Túrarnir hjá Teistanum kl. 12:30 úr Skopun og kl. 13:15 av Gomlurætt eru avlýstir.

Á heimasíðu síni skrivar Strandfaraskip Landsins, at talan er um tekniskt brek. Kringvarpið segði í útvarpstíðindunum á middegi, at líkt er til at Teistin hevur tikið í í innsiglingini til Skopun í mjørkanum í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder