
Frákoyrdi borgarstjórin í Istanbul, Ekrem Imamoglu varð í dag formliga útnevndur til forsetavalevni hjá turkisku andstøðuni.
Á undanvali hjá CHP, sum er størsti andstøðuflokkur í Turkalandi, fekk hann meginpartin av atkvøðunum. Hann var tó einasta navnið á atkvøðuseðlinum, skrivar Ritzau.
Ekrem Imamoglu varð í farnu viku handtikin og skuldsettur fyri mutur og fyri at stuðla PKK yvirgangsfelagsskapinum, og sunnudagin tók ein dómstólur avgerð um at varðhaldsfongsla hann fram móti einum komandi rættarmáli.
Seinastu dagarnar hava umfatandi mótmæli verið í Turkalandi. Mótmælisfólkini halda, at handtøkan av borgarstjóranum er politiskt motiverað.
Les eisini: Ófriður í Turkalandi eftir handtøku av borgarstjóra
Ekrem Imamoglu verður mettur at vera størsti avbjóðarin hjá turkiska forsetanum Recep Tayyip Erdogan á komandi forsetavalinum. Eftir ætlan skal val ikki vera fyrr enn í 2028, men um Erdogan, sum hevur sitið við valdið í tvey áratíggju - fyrst sum forsætisráðharri og síðani sum forseti - skal stilla upp, skal val útskrivast fyrr, skrivar Reuters.
Imamoglu varð handtikin mikudagin, dagin eftir at eitt universitet í Istanbul hevði ógildað universitetsprógv hansara. Sambært turkisku grundlógini skal ein forseti hava eina hægri útbúgving. Sunnudagin kom fram, at Imamoglu er koyrdur frá sum borgarstjóri eftir at hava sitið í sessinum síðan 2019.
Imamoglu vísir ákærunum aftur, og flokkur hansara, CHP sigur, at talan er um eina kvettroynd at forða honum í at bjóða Erdogan av á næsta vali.
Formaðurin í CHP, Özgür Özel, hevur boðað frá, at ein virkandi borgarstjóri verður útnevndur, meðan flokkurin bíðar eftir avgerð í málinum móti Imamoglu. Eisini fer flokkurin at kæra avgerðina hjá dómstólinum um at fongsla hann.
Turkiska stjórnin vísir aftur, at skuldsetingarnar móti Imamoglu eru politiskt motiveraðar og sigur, at dómstólarnir eru politiskt óheftir. Eisini hevur stjórnin ávarað ímóti mótmælistiltøkum, og hava myndugleikarnir sett í gildi savningarforboð í Istanbul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald