Uttanlands

Turkaland: Rættarmál móti 189 mótmælisfólkum byrjað í Istanbul

Tey eru skuldsett fyri at hava luttikið í ólógligum mótmælum móti handtøkuni av borgarstjóranum í Istanbul í mars og kunnu fáa upp í fýra ára fongsul

Mótmæli hjá andstøðuflokkinum CHP í Istanbul (Mynd: EPA)

Mótmæli hjá andstøðuflokkinum CHP í Istanbul (Mynd: EPA)

2025-04-19 15:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin byrjaði eitt rættarmál í turkiska býnum Istanbul móti 189 fólkum, sum eru handtikin í sambandi við mótmælini móti fongslingini av borgarstjóranum í býnum, Ekrem Imamoglu í mars.

Tey flestu eru lesandi, men millum tey skuldsettu eru eisini átta miðlafólk.

Tey eru skuldsett fyri at hava luttikið í ólógligum mótmælum og fyri ikki at gera eftir boðunum hjá løgregluni um at steðga mótmælunum.

Tey kunnu fáa millum hálvt og fýra ára fongsul, upplýsir mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch.

Talan er um eitt av fleiri rættarmálum, og tilsamans 819 fólk væntast at verða rættarsøkt í sambandi við mótmælini, skrivar Ritzau.

Sambært Human Rights Watch, sum hevur gjøgnumgingið ákærurit móti tilsamans 650 fólkum, vanta sprógv í málunum, og mett verður, at endamálið er at ávara fólk ímóti at brúka teirra talufrælsi og rætt til at mótmæla á friðarligan hátt.

Borgarstjórin í Istanbul varð handtikin 19. mars. Hann er skuldsettur fyri mutur og fyri at stuðla PKK yvirgangsfelagsskapinum. Sjálvur hevur hann víst hesum skuldsetingum aftur.

Ekrem Imamoglu er limur í andstøðuflokkinum CHP, og mett verður, at hann er størsti politiski avbjóðarin hjá sitandi turkiska forsetanum, Recep Tayyip Erdogan, og at hann hevur góðar møguleikar at vinna eitt val móti honum.

CHP sigur, at Imamoglu varð handtikin av politiskum orsøkum.

Fleiri túsund fólk eru handtikin í sambandi við mótmælini móti handtøkuni av borgarstjóranum, sum síðani alment er valdur sum forsetavalevni hjá CHP á forsetavalinum, sum í seinasta lagi skal verða í 2028.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder