2018-11-06 09:49
Turkaland hevur nógvar upplýsingar, sum enn ikki eru avdúkaðir, í málinum um dripna saudiarabiska tíðindamannin Jamal Khashoggi.
Jamal Khashoggi varð dripin á saudiarabiska konsulátinum í Istanbul, og málið hevur skapt øsing á politiska pallinum kring allan heimin.
Nú sigur turkiski uttanríkisráðharrin, Mevlut Cavusoglu sambært Reuters, at Turkaland hevur fleiri upplýsingar í málinum, men at hesir upplýsingar ikki verða avdúkaðir, fyrrenn kanningararbeiðið hjá saudiarabisku myndugleikunum er liðugt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald