Innanlands

Turt fram til vikuskiftið

Soleiðis verður veðrið fram til vikuskiftið

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-05-23 13:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurforsøgnin sigur frá turrum veðri fram til vikuskiftið, tó verður eisini yvirskýggjað heilt til leygardagin.

Í dag er eitt sindur av vindi, úr strúkur í vindi minkandi niður í frískan vind av norðri, millum 10 og 12 m/s. Einki avfall og hitin um 7 hitastig.

Vindurin minkar komandi dagarnar. Í morgin minkar úr frískum vindi heilt niður í gul av norðri. Heldur einki avfall í morgin og hitin millum 6 og 8 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder