Innanlands

Turt og vindur fram til leygardagin

Leygardagin verður ófantaligt veður

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-12-13 19:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í dag og í morgin verður turt, við onkrum hendinga æli, men leygardagin regnar allan dagin.

Í dag er strúkur í vindi til hvassan vind av landsynningi sunnan, 13-15 m/s. í kvøld regnar eitt sindur, 0,2 mm. Hitin millum 7 og 8 hitastig.

Í morgin er strúkur í vindi til hvassan vind av landsynningi sunnan, millum 13 og 16 m/s. Hitin um 7 hitastig og turt.

Leygarnáttina byrjar at regna og regni varðar við allan dagin millum 0,8 og 2 mm avfall. Hann er hvassur í vindi til skrið, millum 14 og 18 m/s av landsynningi sunnan. Hitin millum 6 og 7 hitastig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder