Tríggjar vikur áðrenn beinleiðis sendingarnar av danska X Factor fara í gongd, avdúkaði TV2 hvørjir luttakarar verða við í sendingunum, sum skulu finna fram til vinnaran.
Hetta var í einum brellbita á sjónbandatænastuni “Vimeo”. Sostatt er allur spenningurin í X Factor næstu tríggjar vikurnar rokin.
Tað er ilt at siga hvussu leingi brellbitin lá á netinum og hvussu nógv hava sæð hann.
- Hetta er øgiliga óheppið hjá okkum, og hetta er ein menniskjaligur feilur, sigur Jacob Weinreich, marknaðarstjóri á TV2 við BT.
- Vit mæla til, at tey, sum sóu brellbitan, ikki siga øðrum, so at tey ikki oyðileggja nakað fyri tey sum fylgja við X Factor.
X Factor byrjaði nú klokkan 19 á TV2, og verður sent í KVF klokkan 20:15. Í kvøld er tað Blachman sum skal finna sínar fimm luttakara í sonevnda “Five Chair Challenge”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald