Veðrið í dag er sera ófantaligt og í støðum eru hvirlurnar upp í 41 m/s. Strandfaraskip Landsins boðar frá trimum avlýsingum.
Siglt verður ikki á leið 66 og 58 tað sum eftir er av degnum. Hetta eru leiðirnar millum Sandoy og Skúvoy og millum Hvannasund og Svínoy/Fugloy.
Bussleið 701 er eisini avlýst. Tað er bussleiðin Fámjin – Tvøroyri - Sandvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald