Tann 27. februar varð sjónleikurin “Gentan úr Maxim” frumførdur í Sjónleikarhúsinum í Havn, og nú er um at verða seinasti møguleiki at síggja leikin.
Vegna stóra undirtøku, verða tað um middagsleitið settar tvær eykasýningar til sølu, boða fyriskipararnir frá.
Higartil eru 17 útseldar sýningar, og av leikinum sum nýggi leikbólkurin Brestir setur á pall saman við Havnar Sjónleikarfelagi.
“Gentan úr Maxim” er ein kommedia ella farsa av góða gamla slagnum. Gongur fyri seg millum fínara slagið í Paris móti endanum av 1800-talinum.
Eitt kvøld í býnum har høvuðspersónurin, ein lækni, kemur í hóslag við eina av lættlivandi gentunum í parisiska náttarlívinum, endar í einum reinum hurlivasa av misskiljingum og samanblandingum, sum eftir stóran dramatikk endar nøkulunda væl til endans í leikinum.
So hvørt sum handlingin verður drigin longur og longur út, gerast misskiljingarnar størri, og tað gerst bara stuttligari og margháttligari.
Jens Kristian Vang, fotografur, tók myndir av frumframførsluni. Sí myndir her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald