Nakað av vindi hevur verið í nátt, og løgreglan fekk tvær fráboðanir frá fólki, sum óttaðust skaða orsaka av vindi.
Annar tilburðurin var við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, har fólk gjørdu løgregluna varuga við, at eitt stillads stóð til at koppa.
Sløkkiliðið varð sent á staðið, og síðan hoyrdi løgreglan ikki meira av teirri leiðini.
Eisini í Streymnesi kom fráboðan um, at ein partur at eini tekju stóð til at loysna í vindinum. Sum skilst megnaðu fólkini sjálvi at tryggja húsini, upplýsir vakthavandi á politistøðini.
Rættiliga nógvur vindur er framvegis. Á Heltnini á oyndarfjarðarvegnum stóð vindurin á 39 metrum um sekundið. Eisini er vindur av stormstyrki í Syðradali, Gjáarskarði, Kambsdali, við Norðskálatunnilin, í Streymnesi, norðuri í Sundum í Kollafirði og á Høgareyni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald