2018-07-09 15:37
Frá týsdegnum, eru borgarar, sum eru skrásettir hjá Katrin Rubek Nielsen, knýttir at nýggju hølunum hjá henni í Gundadali.
Nýggja adressan er:
Læknahúsið í Gundadali
Katrin Rubek Nielsen, kommunulækni
Viðtala 4
Tinghúsvegur 70
100 Tórshavn
Tlf.: +298 30 22 33
Telefonnummarið er tað sama sum undan flytingini.
Somuleiðis eru borgarar, sum eru skrásettir í gomlu viðtaluni hjá Anniku Olsen í Gundadali, nú knýttir at viðtalu á Frúutrøð. Hendan viðtalan er í løtuni mannað við avloysarum. Heilsutrygd arbeiðir við at fáa fastsettan lækna í viðtaluna.
Nýggja adressan:
Gamla viðt. hjá Anniku Olsen
Jónas Broncksgøta 7
100 Tórshavn
Tlf.: +298 61 77 00
Telefonnummarið er tað sama sum undan flytingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald