2018-08-28 16:10
Tvær gentur úr Hvalba og Tvøroyri komu í gjárkvøldið í neyð vestanfyri á Suðuroynni, og Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag varð boðsent.
Tað skrivar tíðindasíðan in.fo í dag.
Genturnar sum eru um tannáringaaldur, vóru farnar ein túr vestur á Fiskieiði í Hvalba, og fóru nakað langt norðeftir undir berginum.
Tá tær skuldu heimaftur kom flóð á genturnar, so tær ikki fingu flutt seg.
Foreldrini boðaðu bjargingarfelagnum frá, og genturnar vóru skjótt funnar, og fingnar upp í øllum góðum við línu, skrivar in.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald