Innanlands

Tveir 30 ára starvsdagar á teknsiku deild

Hugnaløta var í Posthúskjallaranum, nú tveir 30, tveir 20 og tíggju 10 ára starvsdagar vóru á teknisku deild hjá Tórshavnar kommunu

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-10-25 10:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hugnaløta var í posthúskjallaranum í gjár, har fleiri høvdu 10 ára starvsdag, tveir menn høvdu 20 og tveir 30 ára starvsdag. Borgarstjórin helt stutta røðu fyri teimum.

Blómutyssi vórðu handað teimum, ið hildu 10 ára starvsdag, hesir vóru:

Hjalmar Olsen
Jógvan Rubeksen
Bogi Dam
Niels A.T.E. Jensen
Bogi Hentze
Finn Clementsen
Alfred S.T. Haraldsen
Hans Nielsen
Vilhelm Jacobsen
Atli Simonsen

Blómutyssi vórðu eisini handað teimum, sum hildu 20 ára starsdag, hesir vóru:

Pól Jakobsen
Jóannes F. Clementsen

Teir báðir, sum høvdu 30 ára starvsdag, fingu stóra gávukurv hvør. Hesir báðir vóru Frits Joensen og Viggo Christiansen.

Annika Olsen, borgarstjóri, segði um Frits, at mann kann kanska siga, at hann uppá ein máta er adopteraður úr Kollafirði, har hann var næstan sum ein lokalur sjeriffur áðrenn samanleggingina. Men hann hevur verið ein stórur fongur fyri Tórshavnar kommunu - og samanlagt hevur hann nú røkt starvið í 30 ár.

Um Viggo Christiansen segði hon m.a., at Viggo er maskinmeistari av útbúgving og kom at arbeiða hjá Tórshavnar kommunu fyri 30 árum síðan. Hann hevur verið leiðari fyri vatn- og gøtuljósdeildini í mong ár. Tað er Viggo við sínum fólki, sum tryggjar okkum reint vatn og bíligan rakstur av gøtuljósum við nýggjari tøkni.

Les røðuna hjá borgarstjóranum og sí myndir frá hugnaløtuni her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder