Uttanlands

Tveir av dreingjunum bjargaðir úr hellinum

Tveir av teimum 12 tailendsku fótbóltsdreingjunum eru nú fingnir úr hellinum

(Mynd: Ritzau Scanpix)

(Mynd: Ritzau Scanpix)

2018-07-08 13:45 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tann umfatandi og innviklaða bjargingarroyndin av teimum 12 dreingjunum og fótbóltsvenjara teirra, sum eru innibyrgdir í einum helli í Tailandi, er komin væl í gongd.

Sambært fleiri lokalum miðlum eru tveir dreingir nú fingnir úr hellinum. 

- Tvey av børnunum eru úti. Teir eru á einum sjúkrahúsi, sum er sett upp tætt við hellið, sigur Tossathep Boonthong, sum er stjóri fyri heilsustovnin í Chiang Rai-landspartinum, og sum er partur av bjargingarroyndini. 

- Vit eru í gongd við at kanna teirra kropsligu heilsu, sigur Tossathep við tíðindastovuna Reuters. 

Samstundis eru 13 internationalir kavarar og fimm tailendskir navy seals í hesu løtu í gongd við at royna at bjarga restini av dreingjunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder