2018-11-08 09:04
Eitt ferðsluóhapp hendi við Hvalvík líka við har sum vinnuøkið er í bygdini. Løgreglan hevur ikki meiri at siga í løtuni enn at onkur persónskaði er.
Ferðsluóhappið hevði við sær, at sera langar bíðirøðir stóðust, men nú byrjar at koma glið á ferðsluna aftur. Løgreglan stýrir ferðsluni og leiðir hana í bólkum framvið ferðsluóhappinum.
Persónar á staðnum siga, at tveir bilar vóru við í ferðsluóhappinum, og at annar bilurin er farin av vegnum. Bilurin, sum er farin av vegnum sær út til at hava fingið nakað av skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald