2018-06-28 09:15

Løgreglan hevði í nátt ferðslukanningar, sum serliga løgdu seg eftir at kanna ferðina hjá koyrandi akførunum.
Tvær ferðslukanningar vóru gjørdar. Tann eina varð gjørd Millum Fjarða, meðan hin varð gjørd í Norðskálatunnlinum.
Úrslitið av kanningunum gjørdist, at tveir bilførarar vórðu tiknir í at koyra so skjótt, at hesir fingu klipp í koyrikortið. Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tann eini bilførarin koyrdi 107 km/t, meðan hin koyrdi 108 km/t.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald