2018-11-03 16:40
Í nátt vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir.
Løgreglan varð boðsend klokkan hálvgum eitt í nátt, tí ein bilur hevði koyrt útav vegnum í Klaksvík.
Tá løgreglan kom á staðið vísti tað seg, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka, og varð hann tikin við á politistøðina.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at eingin fólkaskaði var, men at bilurin kortini fekk eitt sindur av skaða.
Klokkan hálvgum trý var enn ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður, hesuferð í Vágum.
Hesin førarin hevði heldur einki koyrikort, og er tað møguligt, at dómurin í hesum málinum verður harðari enn í tí fyrra málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald