Uttanlands

Tveir flokkar dumpaðu til landstingsvalið

Og Kim Kielsen er betri umtóktur millum veljararnar enn Erik Jensen, so valdsstríðið í Siumut er neyvan av enn

Múte B. Egede, formaður í IA, fekk 3.380 persónligar atkvøðar - nógv flestar. Eitt gott boð upp á komandi stjórnarleiðaran í Grønlandi (Mynd: EPA)

Múte B. Egede, formaður í IA, fekk 3.380 persónligar atkvøðar - nógv flestar. Eitt gott boð upp á komandi stjórnarleiðaran í Grønlandi (Mynd: EPA)

2021-04-07 14:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

65,8 prosent av grønlendingunum, sum hava atkvøðurætt til Landstingið, Inatsisartut, vóru á vali í gjár.

Fimm flokkar koma at manna landstingið hesa komandi tingsetuna. Hetta eru tveir flokkar færri enn seinast, tí flokkarnir Nunatta Qitornai og Samarbejdspartiet, ikki rukku um tinggáttina.

Inuit Ataqatigiit gjørdist størsti flokkur við 9.912 atkvøðum og 12 tinglimum. Síðan kom Siumut við 7.971 atkvøðum og 10 tinglimum, Naleraq við 3.239 atkvøðum og fýra tinglimum,  Demokraatit við 2.452 atkvøðum og trimum tinglimum og Atassut við 1.879 atkvøðum og tveimum tinglimum.

Hesi fara at umboða Inuit Ataqatigiit: Múte B. Egede, Aqqaluaq B. Egede, Asii Chemnitz Narup, Eqaluk Høegh, Naaja Nathanielsen, Kalistat Lund,  Peter Olsen, Mariane Paviasen, Mimi Karlsen, Stine Egede, Kristian Jeremiassen og Sofia Geisler.

Siumut: Kim Kielsen, Erik Jensen, Aslak Vilhelm Jensen, Qarsoq Høegh-Dam, Vivian Motzfeldt,  Anders Simon Olsen, Jess Svane, Lars Poulsen, Doris Jakobsen Jensen og Mala Høy Kúko.

Naleraq: Hans Enoksen, Pele Broberg, Jens Napátok og Emanuel Nûko.

Demokraatit: Anna Wangenheim, Nivi Olsen og Jens-Frederik Nielsen.

Atassut: Aqqalu Clasen Jerimiassen og Siverth K. Heilmann.

Kim vann á Erik
Toppskorarar á valinum vóru Múte B. Egede (IA) við 3.380 persónligum atkvøðum, Kim Kielsen (S) 1.841, Hans Enoksen (N) 1.471, Aqqaluaq B. Egede (IA) 1.287 og Erik Jensen (S) 1.186.

Hetta vísir, at sitandi landsstýrisformaður og fyrrverandi formaðurin í Siumut fekk nógv fleiri avkvøður enn núverandi floksformaðurin, Erik Jensen, so okkurt bendur á, at innanhýsis valdsstríðið í tí flokkinum ikki er av enn.

Úrslitið av valinum vísti, at tveir markantir politikarar ikki fingu afturval, nevniliga Vittus Qujaukitsok, sitandi fíggjarmálaráðharri, úr Nunatta Qitornai, og Tillie Martinussen úr Samarbejdspartiet. Hvørgin flokkurin fekk nóg mikið av atkvøðum til at røkka um tinggáttina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder