Bara tveir flokkar eru eftir at leggja valskrá fram í sambandi við fólkatingsvalið, sum verður 5. juni.
Javnaðarflokkurin hevur bjóðað til tíðindafundar í Spinnarínum í Klaksvík klokkan 10, har teirra valskrá verður løgd fram. Valevnini hjá flokkinum vórðu kunngjørd sama dag, sum valið varð útskrivað.
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)
Somuleiðis klokkan 10 hevur Fólkaflokkurin sent innbjóðing til miðlarnar, og boða frá, at flokkurin leggur sína valskrá fram í Smæruni í Havn klokkan 10.
Sostatt hava allir flokkar lagt valskrá fram tá dagurin er farin, og valstríðið kann væntast at byrja av álvara. Nakrar lýsingar hava verið at sæð á netinum, og plakatir byrja at hómast í høvuðsstaðnum seinastu dagarnar. Í næstu viku verður ivaleyst skrúvað upp fyi blussinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald