2026-02-20 09:10
Teir báðir menninir, sum vórðu grundlógaravhoyrdir í gjár í sambandi við eldin í Tróndargøtu mikukvøldið, eru varðhaldsfongslaðir í fyri vikur.
Tað veit Kringvarpið at siga í morgun.
Menninir eru skuldsettir fyri grovan harðskap, fyri eldáseting og rán.
Tað var mikukvøldið, at boðað varð frá eldi í einum húsum í Tróndargøtu í Havn. Ein maður var í húsunum, og hann varð fyri ógvusligum harðskapi, og siðani varð eldur eisini settur á.
Les eisini: Lupu á mann, settu eld á og rændu
Grundlógaravhoyringin er fyri afturlatnum hurðum. Menninir, sum eru skuldsettir í málinum, noktaðu seg sekar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald