Tveir maskinmeistarar eru burturvístir av Smyril Line fyri ágang móti Eyðdis Hartmann Niclasen, tingkvinnu fyri Sambandsflokkin, ið eisini er partur av leiðsluni í Smyril Line.
Tað er Frihedsbrevet, sum skrivar søguna í dag.
Hetta fór fram á jólaborðhaldinum hjá Smyril Line fyrr í mánaðinum. Sambært keldum hjá miðlinum vóru menninir rættiliga fullir, og vóru farnir at skelda Eyðdis Hartmann Niclasen fyri hennara støðu í abortmálinum, sum dagin fyri jólaborðhaldið, varð samtykt í tinginum.
Eyðdis Hartmann Niclasen er umframt tingkvinna eisini executive assistant í reiðarínum.
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, váttar fyri Frihedsbrevet, at tveir persónar eru burturvístir, men vil ikki úttala seg meira um málið, sum er eitt starvsfólkamál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald