2020-12-03 11:50

Tveir nýggir koronasmittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tann eini persónurin er partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Hin persónurin er komin til Føroya úr útlondum. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Hetta skrivar heimasíðani corona.fo.
Í gjár vórðu 722 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 169.645 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 505 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í løtuni eru fimm fólk smittaði við koronu - 500 eru vorðin frísk aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald