2019-06-28 10:15
Jonhard Hammer er aftur stjóri í Miðlahúsinum. Hann er stjóri saman við Eiriki Lindenskov, sum eisini er ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum og in.fo.
Ávís tvístøða hevur verið um framtíðarætlanirnar, men nú er nýggj ætlan løgd, sum báðir partar taka undir við, og tí fara báðir stjórarnir eisini frameftir at mynda felagið.
Tað er Sp/F Sosialurin, sum rekur alt virksemið í Miðlahúsinum, sum er útgáva av Sosialinum og in.fo. Felagið eigur eisini partar í Prentmiðstøðini og útvarpsrásini FM1.
- Miðlahúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald