Innanlands

Tvey ferðsluóhapp av seyði

Bæði gjárkvøldið og í morgun er seyður ákoyrdur

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-11-27 12:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan hevur síðani í gjárkvøldið fingið tvær fráboðanir um ákoyrdan seyð. Nú kvøldini og morgnarnir eru blivnir myrkari, og seyðurin leitar sær longu oman eftir mati, henda fleiri og fleiri ferðsluóhapp av seyði.

Klokkan fimm minuttir í midnátt í gjár fekk løgreglan fráboðan frá bilførara um at hesin hevði koyrt á tveir seyðir í Kvívík, og beint eftir klokkan hálvgum átta í morgun kom aftur fráboðan um a´rendan seyð, hesaferð við tunnilsmunnan í Norðoyartunnlinum í Leirvík. Í Leirvík fór seyðurin sjálvur haltandi avstað.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tá talan er um árendan seyð, er tað ofta fólk, sum ikki eru von at koyra har sum óhappi hendi, sum koyra á seyðin. Fólk sum kennast við staðið, vita ofta hvar seyður er, og koyra tí varligari. Tí er tað sjáldan hesi, sum koyra á seyð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder