Innanlands

Tvey ferðsluóhapp í hálkuni

Eingin fekk tó nakran skaða, sigur løgreglan

2018-10-27 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár kom tann fyrsta hálkan, og tað elvdi til tvey ferðsluóhapp.

Ein bilur fór á glið í Eysturoynni beint við Norðskálatunnilin. Hvørki bilur ella førari fekk tó nakran álvarsligan skaða.

Seinni fekk løgreglan boð um, at ein annar bilur var farin á glið uppi við Hotel Føroyar. Tó fekk eingin nakran skaða.

Í morgun boðaði Landsverk eisini frá, at tað er hált ymsastaðni í landinum. Landsverk ávarar móti hálku á Gerðabøi í Klaksvík, á Høgareyni, á Sandavágshálsi, Á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð, við Velbastaðháls, og á Brekkuni Stóru í Sandoy.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder