2018-07-22 09:58
Í gjárkvøldið klokkan kvart yvir tíggju fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp á Stykkinum.
Ein bilførari misti tamarhaldið á bilinum og rendi á ein lyktapela. Bilførarin fekk tó ongan skaða.
Klokkan hálvgum átta í morgun fekk løgreglan boð um eitt annað ferðsluóhapp. Ein maður var dottin av skutaranum á Sundsvegnum í Havn.
Tað sá ikki út til, at maðurin hevði fingið álvarsligan skaða, men hann varð kortini sendur á landssjúkrahúsið til kanningar, sigur vakthavandi á politistøðini við Portalin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald