Innanlands

Tvey fólk viltust í haganum

Mjørkin kom brádliga á tey

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-06-28 08:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tvey fólk blivu í gjár vilst í haganum í Norðradali. Tey vóru farin í hagan, tá mjørkin brádliga hevði sníkt seg á tey.

Av løgreglustøðini verður sagt, at onkur tey kenna vóru farin at leita eftir teimum, og funnu fram til, at bilurin stóð í Norðradali. Hesi ringdu síðani til løgregluna, so kom á staðið at tosa við hesi.

Samband fekst við fólkini og løgreglan fann fram til, at fólkini vóru uppi á hamrinum yvir Norðradali. Løgreglan setti seg í samband við staðkend fólk, sum vistu akkurát hvar hesi bæði vóru. Gjøgnum telefon fekk løgreglan sagt teimum hvussu tey skuldu finna aftur á gøtuna, sum leiddi niður aftur úr haganum.

Løgreglan fór síðani niðan móti teimum og hjálpti teimum oman aftur. Fólkini bæði høvdu tað gott, hóast tey høvdu verið burtur í eini 5 til 6 tímar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder