Nývalda býráðið á Tvøroyri hevur nú skipað seg til valskeiðið næstu fýra árini.
Kristin Michelsen og Anita Vibergsdóttir vóru vald til ávikavist borgarstjóra og varaborgarstjóra á býráðsfundi 16. november, og á býráðsfundinum í gjár 28. desember blivu nevndirnar mannaðar.
Fyrsta mál á skrá til fundin 28. des. var skipan av valbólkum, og Kristin Michelsen boðaði frá, at Listi T (Felagslistin) og Listi C (Javnarflokkurin) vóru gingin saman í valbólk. Sostatt verður Tvøroyrar býráð umboðað av tveimum valbólkum hetta valskeiðið.
Valbólkur 1 er umboðaður av seks býráðslimum: Kristin Michelsen, Anita Vibergsdóttir, Barbara Michalina Tausen, Alvi Mortensen umboðandi lista T (Felagslistan) og Bjarni Hammer og Eyð Eidesgaard umboðandi lista C (Javnarflokkin).
Í valbólki 2 er Arnfinn Bech, umboðandi lista F.
Býráðið samtyktin eisini at seta ein fylgi- og fyrireikingarbólk, sum skal fyrireika kommununa uppá komandi Suðuroyartunnilin.
Nevndirnar blivu mannaðar soleiðis (varalimir í klombrum):
Fíggjarnevndin
Kristin Michelsen (Anita Vibergsdóttir)
Alvi Mortensen (Barbara M. Tausen)
Bjarni Hammer (Eyð Eidesgaard)
Sosiala nevnd
Anita Vibergsdóttir (Arnfinn Bech)
Alvi Mortensen (Barbara M. Tausen)
Eyð Eidesgaard (Bjarni Hammer)
Tekniska nevnd
Alvi Mortensen (Barbara M. Tausen)
Anita Vibergsdóttir (Arnfinn Bech)
Eyð Eidesgaard (Bjarni Hammer)
Mentanarnevndin
Barbara M. Tausen (Alvi Mortensen)
Anita Vibergsdóttir (Arnfinn Bech)
Bjarni Hammer (Eyð Eidesgaard)
Vinnu- & havnanevndin
Anita Vibergsdóttir (Eyð Eidesgaard)
Barbara M. Tausen (Alvi Mortensen)
Bjarni Hammer (Arnfinn Bech)
Trivnar- & umhvørvisnevndin
Barbara M. Tausen (Anita Vibergsdóttir)
Alvi Mortensen (Bjarni Hammer)
Eyð Eidesgaard (Arnfinn Bech)
Fylgi- og fyrireikingarbólkur Suðuroyartunnil
Kristin Michelsen (Alvi Mortensen)
Bjarni Hammer (Eyð Eidesgaard)
Nevndirnar skipa seg sjálvar (tó er borgarstjórin formaður í fíggjarnevndini sambært kommunustýrislógini).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald