Innanlands

Tvøroyrar kommuna bjóðar høli til lesandi um jólini

Skúlahúsið verður tøkt til lestrarhøli um jólini

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2018-11-29 16:23 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eins og undanfarin ár bjóðar Tvøroyrar kommuna høli til tey lesandi, sum eru heima og vitja á jólum.

Nú jólini eru í hondum og mangir útisetar leita sær heim, bjóðar Tvøroyrar kommuna teimum lesandi lestrarhølir.

“Skúlahúsið” við Tvøroyrar Skúla verður tøkt í tíðarskeiðinum 19. desember 2018 – 2. januar 2019.

Hølini eru rúmlig og hava internet, skrivar kommunan á heimasíðu síni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder