placeholder
Innanlands

Tvøroyrar kommuna eisini við í ABC-vikuni

Kommunan gjørdist fyri stuttum limur í ABC-verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum

(Mynd: Faroephoto.com)

(Mynd: Faroephoto.com)

2018-10-11 07:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tvøroyrar Kommuna gjørdist fyri stuttum, limur í ABC-verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum. Verkætlanin vil virka fyri, at fleiri fólk fáa góða, sálarliga heilsu. ABC stendur fyri trimum, einføldum boðskapum: A) Ver virkin, B) ver saman og C) ver hugbundin. Gransking vísir, at við at vera virkin, partur av einum felagsskapi og at gera ymiskir, ið gevur meining fyri einstaklingin, kunnu vit styrkja og røkja okkara sálarligu heilsu.

Nú ABC-vika er, so hevur Tvøroyrar Kommuna ymiskt á skránni, fyri at varpa ljós á verkætlanina. Í dag vitjar umboð fyri Tvøroyrar Kommunu, eldrahugnan í Trongisvági og í morgin verður Tvøroyrar Skúli vitjaður.  Bjarni Nygaard, umboð Tvøroyrar Kommunu í ABC-samstarvinum, fer at greiða næmingunum frá verkætlanini, áðrenn teir fara út at renna. Renningin er eitt gott dømi um tað, at vera virkin, vera saman og vera hugbundin.

Leygardagin bjóðar Tvøroyrar Kommuna til gongutúr við Jákupi Jensen sum frásøgumanni. Gingið verður út eftir Sjógøtu og Tvørávegi og endað verður á Havnarlagnum, við Varðan Pelagic.

Eisini skipar rørslufelagið Hvistan, saman við Tvøroyrar Kommunu, fyri “gakk ella renn” tiltaki. Viðrar, verður byrjað við hylin, frammanfyri skrivstovubygningin hjá Varðanum Pelagic. Til ber eisini at trilla við børnunum ella at súkkla. í 15 minuttir verður gingi, súkkla, trilla ella runnið, og tá ið hesir eru farnir, so verður vent við og øll skuldu komi út aftur á Varðan Pelagið um somu tíð. Hetta fyri at náa endamálinum við ABC fyri sálarheilsu, at vera virkin og at vera saman.

Tvøroyrar Kommuna fer komandi árið at skipa fyri fleiri tiltøkum, ið taka atlit til ABC-verkætlanina, skrivar kommunan at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder