Innanlands

Tvøroyrar kommuna mælir fólki til at kóka vatnið

Fyrivarni má takast fyri drekkivatnsgóðskuna

2018-11-02 07:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tvøroyrar kommuna mælir borgarum sínum at kóka drekkivatnið í Trongisvági, Ørðavíkarlíð og í Ørðavík.

Vegna størri arbeiði á vatnveitingina í Trongisvági, má fyrivarni takast fyri drekkivatnsgóðskuni.

Tíski verður mælt til at kóka drekkivatnið í Trongisvági, Ørðavíkarlíð og í Ørðavík, skrivar kommunan á Facebook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder