Tað varð brølað í Norðurlandahúsinum, sum vórðu bæði Miðgarðormurin og Fenrisúlvurin slopnir leysir í gjárkvøldið.
Tað vóru limirnir í Týr, sum brølaðu og larmaðu saman við Tórshavnar Symfoniorkestri og kóri. Ein uppliving av teimum sjáldsomu, at sleppa at hoyra hesar úrmælingarnar í kvæðarokki spæla saman við tí mætasta og mest hábærsliga, sum okkara land eigur innan tónleikin.
Meistarliga orkestrerað av íslendinginum Haraldi V. Sveinbjörnssyni, fingu vit eina symfoniska uppliving av ofta harðrenda tónleikinum hjá Týr. Byrjandi við einum preludium, 'Hel's Prelude', sum Haraldur hevur skrivað við íblástri úr nýggjastu fløgu Týrs, sum eitur Hel.
Og grindin inn í helheim var gloppað við fyrsta grólandi lagnum, "Gates of Hel", og síðan fingu vit eina perlurøð við kendastu kvæðunum og sangunum, blandað við tí meira ókenda av nýggjastu fløguni.
Tú merkti, at hetta var ein serlig løta. Her var virðing millum hámentanarligu klassisku symfonikararnar í hvítum og svørtum við dugnaliga Bernharði Wilkinson á odda og so langhærdu, blekkjaðu, rokkararnar innan av Skálafjørðunum og sunnan úr Ungverjalandi í sveittandi svørtum leðri.
Fyri oddamannin, lagasmiðin og stavnamannin Hera Joensen, var talan um eitt serligt kvøld.
- Jú, tað var nakað heilt serligt at sleppa at spæla okkara tónleik saman við symfoniorkestrinum, viðgekk Heri eftir konsertina, men hevði annars mestan hug til at biðja um umbering fyri tær villur, sum hann sjálvur gjørdi á pallinum hetta kvøldið.
Niðri úr salinum vóru tað neyvan nógv, sum løgdu merki til villurnar.
Konsertin við Týr og Føroya Symfoniorkestri var ein heildaruppliving, har stóra orkestrið og vælsyngjandi kórið smeltaðu saman í eina larmandi eind, sum var tað fenrisúlvurin, ið skrálaði eftir uppmerksemi.
Heri growlaði og bendi gittarinum, sum honum lysti. Vit vita, at Heri er heilin handan Týr konseptið, men hann rópar ikki eftir uppmerksemi á pallinum.
Tað ger Gunnar Thomsen hinvegin á bassinum – støðugt í kontakt við áskoðararnar og tykist meira áhugaður í at stákast fyri gestunum enn at fylgja slaviska tónleikaliga konseptinum.
Á hinum veinginum sást mister rock’n’roll av Skipanesi. Ongantíð ivaðist tú í, at hetta er ’the real deal’, hóast lokali tatovørurin hevur mynstrað av ’tourinum’, og varð kallaður inn sum stand-in fyri ungverska guittarleikaran, Atilla Vörös, ið knappliga segði upp sum Týr-spælari beint undan symfonikonsertunum í Føroyum.
Gott, at hann kundi traðka inn – sum um einki var hent. Terji Skibenæs dregur uppmerksemið til sín við síni rock’n’roll útstráling, hóast hann ikki ger annað enn bara at vera til staðar og gera tað, hann skal. ”The end” stóð prentað á blusuni, sum Terji var í. Um ein boðskapur lá í tí, stendur í tí óvissa.
Standandi millum tey nærmastu fram móti pallinum, kundi tað gott vera trupult at fáa heildarmynd av ljóðinum. Kanska hava tey, ið stóðu longri afturi í høllini, ella tey, sum valdu at sessast heilt afturi í klingruni eina aðra uppliving av ljóðinum.
Har frammi var tað rokkorkestrið, sum hoyrdist best. Ikki minst sera dugnaligi trummusláarin úr Ungarn, Tadeusz Riekmann, sum eitt villini djór innilæst í einum glasbúri.
Eitt keðiligt við konsertini í gjárkvøldið var, at ljóðmyndin ikki var klár at byrja við. Tað tók eini tvey løg, áðrenn ljóðfólkini høvdu fingið javnvágina millum rokkarar og symfonikarar nøkulunda upp á pláss, tyktist tað sumum.
Hæddarpunktið var sum vera mann, tá tikið var í fyrsta og størsta hittið hjá orkestrinum, ’Ormin Langa’, og sjálvasti Pól Arni Holm - skiparin av Tvøroyri og upprunasangari í orkestrinum – trein á pallin og legði upp til dans.
Tónleikaligu upplivingarnar vóru guittarsolurnar hjá Hera og Terja og trummuspælið hjá Tadeusz. Og so samanspælið við symfonikarar og kór tær ferðirnar tað hoyrdist í larmandi ljóðmyndini.
Sjálvur helt Heri Joensen, at seinasta lagið, ”Álvur kongur”, var tað hann var best nøgdur við hetta premierukvøldið.
Týr spæla aftur fyri fullsettum Norðurlandahúsið í kvøld og seinnapartin. Tey, ið eru heppin at hava fingið atgongumerki, kunnu gleða seg.
Kringvarpið tók konsertina upp. Spennandi verður at uppliva konsertina aftur í sjónvarpinum seinni. Vónandi fær man tá eina meira nuanseraða ljóðmynd, enn ta vit upplivdu á teimum fremstu røðunum í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald