Innanlands

Tyrlan eftir manni umborð á Tróndi í Gøtu

Maður á Tróndi í Gøtu mátti flytast á Landssjúkrahúsið við tyrlu

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-10-21 20:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

MRCC fekk í morgun eina fráboðan um, at ein maður á Tróndi í Gøtu var blivin sjúkur og mátti flytast á Landssjúkrahúsið.

Tað skrivar heimasíðan jn.fo.

Boð vórðu send eftir tyrluni, sum setti kós móti Tróndi í Gøtu, sum tá var staddur 160 fjórðingar úr Havnini. Tað rullaði illa, og nógvur vindur var á sildafeltinum, men hóast tað, so gekk væl at fáa sjúka mannin umborð á tyrluna, skrivar jn.fo.

Tyrlan setti seg við Landssjúkrahúsið um 13:30 tíðina seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder