2025-04-10 23:32

(Video: EFE/EPA)
Seks fólk doyðu tá ein tyrla datt niður í Hudson-ánna í New York í kvøld.
Eric Adams, borgarstjóri í New York, sigur sambært Reuters, at øll seks umborð lótu lív og trý teirra vóru børn.
(Mynd: EPA)
Miðilin ABC News visti fyrr í kvøld at siga, at tey deyðu eru tyrluskiparin og fimm ferðafólk úr Spania.
Tyrlan var í luftini í umleið 15 minuttir áðrenn hon datt niður.
Fráboðanin um vanlukkuna kom klokkan 15:30 lokala tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald