Tað kann vera nóg torført at fáa tomatir at vaksa í einum vanligum urtagarði. Tær skulu eitt nú hava rætta slagið av mold, skulu ikki hava ov nógv vatn, men heldur ikki ov lítið.
Men týski depilin fyri flog- og rúmdarferðslu, DLR, ætlar at royna nakað heilt nýtt innan tomatframleiðslu.
Sunnukvøldið klokkan 18.32 føroyska tíð, verður fylgisveinurin Eu:CROPIS sendur út í ringrás um jørðina. Tað skrivar DR.
Talan er um ein vakstrarhúsafylgisvein, har týskarar ætla at framleiða tomatir.
Eu:CROPIS-ferðin varar tvey ár, og í hesum tíðarskeiðnum er ætlanin, at tomatplantur skulu vaksa í einum umhvørvi, sum líkist tí á mánanum og á Mars, um vit nú einaferð noyðast at byggja eina støð haruppi.
Har er tó ikki nógv føðievni til tomatirnar umborð á einum fylgisveini í rúmdini.
Tí er neyðugt við mikroorganismum, sum kunnu umskapa tilevnað urin til tøð, og eitt einkyknað slag av tara, sum syrgir fyri iltframleiðslu, og sum verjir vakstrarhúsaumhvørvið móti stóru mongdunum av ammoniak frá tilevnaða urininum.
Sólorka er heldur ikki tøk har, og tí noyðast tomatirnar at klára seg við LED-ljósi.
Frá jørðini kunnu granskarar fylgja við gongdini gjøgnum 16 myndatól.
Granskarar hava longu roynt hesa skipanina á jørðini.
Endamálið við hesum er at kanna, um tað ber til at framleiða grønmeti í rúmdini, um mann roynir at endurskapa tær umstøðurnar, vit hava á jørðini, so eitt nú fólk í rúmdini kunnu fáa frískar matvørur.
Fylgisveinurin verður sendur út úr Vandenberg Air Force Base í Kalifornia við einari Falcon 9-rakett hjá SpaceX.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald