Stendur tað til týsku trygdartænastuna, so er svarið greitt. Kinesiska Huawei eigur ikki at sleppa at byggja fimta ættarlið av farnetinum í landinum.
Við staklutun hjá Huawei fær Kina møguleika til at njósnast og í ringasta føri at steingja alt tað nýggja netið, siga trygdarkeldur í Týsklandi við ARD úrvarpsstøðina.
Fyri týsku stjórnina er tað ein trupulleiki, tí ynskið er ein skjót útbygging av farnetinum.
- Málið hjá stjórnini er ein skjót útbygging. Tað er týdningarmikið fyri eins væl tann vanliga borgaran, sum fyritøkurnar og týska kappingarevnið, sigur Tanja Alamany, sum er talskvinna fyri týska búskaparmálaráðið.
Og hon leggur afturat, at kravið um trygd er eisini sterkt. Og tað var hesin trupulleikin, sum var til viðgerðar, tá fleiri týskir ráðharrar kjakaðust um evnið í vikuni, skrivar finska kringvarpið á netinum.
Frá týskari síðu er ongin áhugi at leggja seg eftir júst Huawei ella kinesiskum fyritøkum, hinvegin er júst kravið um trygd tungtvigandi.
Og longu nú ávarar týska arbeiðsgevarafelagið, BDI, móti kinesiskum mótatgerðum, um Huawei ikki sleppur at vera við í kappingini um útbyggingini av netverkinum.
Á vitjan í Japan fyrr í vikuni segði Angela Merkel, samveldiskanslari, at tað er eitt krav, at Huawei ikki letur upplýsingar víðari til kinesiskar myndugleikar. Hetta er, sum skilst, ikki nakað óvanligt krav í slíkum førum, men higartil hevur Huawei noktað fyri at geva slík lyfti.
Sum skilst, skal týska stjórnin taka støðu í hesum málinum einaferð í komandi viku.
Í Týsklandi tosa tey um møguleikan fyri at broyta núverandi lóggávuna, so at fyritøkur, sum eru við útboðnum skulu prógva, at tær ikki geva landastjórnum atgongd til staklutir – komponentar.
Hetta merkir ikki eitt beinleiðis bann móti Kina og Huawei, men kann í praksis gera tað ómøguligt at brúka staklutir frá fyritøkuni, sum støðan er í dag.
Fýra telefyritøkur eru sinnaðar at vera við út útbyggingini av týska 5G-netinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald