placeholder
Uttanlands

Týskland vil hava avtalu um flóttafólk við Danmark

Danski Fólkaflokkurin og Sosialdemokratarnir eru harðliga ímóti eini slíkari avtalu

Lars Løkke Rasmussen og Angela Merkel (Mynd: Ritzau)

Lars Løkke Rasmussen og Angela Merkel (Mynd: Ritzau)

2018-10-15 09:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Týskland hevur sent Danmark eitt uppskot um møguliga avtalu um flóttafólk, sum søkja sær friðskjól. Uppskotið skal gera viðgerðina av flóttafólkum eftir Dublin-kunngerðina lættari.

Uppskotið er eitt úrslit millum eina longri trætu millum týska innanríkisráðharran, Horst Seehofer, og kanslaran, Angela Merkel.

Sambært týska innanríkisráðnum skal ein møgulig avtala ikki broyta núverandi skipan um flóttafólk, men at gera skipanina betri.

Úr Týsklandi verður sagt at danskir myndugleikar eru jaligir um avtaluna, men hon fær harða viðferð av danska Fólkaflokkinum og Sosialdemokratunum.

Framsøgufólkið fyri útlendingamál hjá danska Fólkaflokkinum sigur, at eingin orsøk er at gera eina avtalu við Týskland, sum sendir fleiri flóttafólk til Danmarkar. Framsøgufólkið hjá Sosialdemokratunum, Mattias Tesfaye, heldur, at Danmark ikki eigur at binda seg til fleiri avtalur, uttanso at Danmark fær okkurt líknandi afturfyri frá Týsklandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder