2018-10-01 07:08
Heimskendi írski rokkbólkurin U2 spældi í gjár konsert í Royal Arena í Keypmannahavn, og Bono og hinir í bólkinum valdu at heiðra danska tónaskaldinum Kim Larsen, sum andaðist gjáramorgunin 72 ára gamal.
Eitt nú siteraði forsangarin Bono fýra tær fyrstu reglurnar í Gasolin sanginum ”This is My Life2, og fortaldu, at konsertin hetta kvøldið varð halgað Kim Larsen. Ein stór mynd av Kim prýddi stóra skermin í Royal Arena, meðan Bono siteraði Kim Larsen, skrivar TV2.
Kim Larsen andaðist gjáramorgunin. Hjá honum vóru kona hansara og hansara seks børn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald