Innanlands

UEFA: Dómarar eiga at tora at steðga dystum

UEFA biðir dómarar um at tora betur at steðga dystum sum fylgja av rasismu

Kalidou Koulibaly hjá Napoli (í bláum) hevur fleiri ferðir verið fyri rasismu

Kalidou Koulibaly hjá Napoli (í bláum) hevur fleiri ferðir verið fyri rasismu

2019-04-03 13:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fleiri dømi hava verið um rasismu í evropeiskum fótbólti higartil í ár. Nú ætlar forsetin í UEFA, Aleksander Ceferin, geva dómarunum meiri heimildir at steðga einum dysti grundað á rasismu.

Sum nú er skal rasisman verða “av stórari styrki og megi” áðrenn dysturin kann steðgast. Men Ceferin ynskir at gera tað lættari hjá dómarunum at steðga rasismuni.

- Vit mugu ikki verða bangin fyri at steðga dystum, um rasisma er tilstaðar. Í tí løtu ein dystur verður steðgaður ella ikki verður spældur, trúgvi eg, at 90 prosent av áskoðarunum á leikvøllinum fara at sparka býttlingarnar út, sigur Aleksander Ceferin.

Ceferin fer tí at heita á dómararnar at hava dirvi at steðga dystunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder