
Í nátt hevur Russland framt dronuálop á Ukraina, og fýra fólk vórðu særd, upplýsa ukrainsku myndugleikarnir sambært Reuters.
Ukrainskar loftverjan hevur skotið niður 56 av 88 dronum, og 24 dronur komu ikki á mál.
Trý fólk vórðu særd í høvuðsstaðnum, Kyiv, har ein bústaður og fleiri handlar eisini fingu skaða.
Eitt fólk fekk skaða í býnum Kharkiv, og í Dnipropetrovsk-landslutinum vórðu fleiri íbúðarbygningar og handilsbygningar oyðilagdir. Eisini eru fráboðanir um skaðar í Odesa-landslutinum.
Russiska verjumálaráðið boðar eisini frá ukrainskum álopum á Russland.
Sagt verður, at ukrainski herurin hevur framt fimm álop á orkuundirstøðukervi ymsastaðni í landinum seinasta samdøgrið, og tað er brot á avtaluna um ikki at leypa á orkuundirstøðukervi, sigur verjumálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald