Uttanlands

Ukraina: Næsta stig eigur at verða fundur millum Putin og Zelenskyj

Russland tekur áheitanina um ein fund millum Putin og Zelenskyj til eftirtektar, sigur umboð fyri russisku sendinevndina, sum luttók á fundinum í Istanbul fríggjadagin

Ukrainska sendinevndin á fundi í Istanbul fríggjadagin (Mynd: EPA)

Ukrainska sendinevndin á fundi í Istanbul fríggjadagin (Mynd: EPA)

2025-05-17 11:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin hittust umboð fyri Russland og Ukraina til samráðingar í turkiska býnum Istanbul, og har samdust partarnir um fangabýti millum londini.

Les eisini: Russland og Ukraina samd um at býta um krígsfangar

Í Russlandi eru tey væl nøgd við fundin, men Ukrainar halda, at fundurin hevur verið á ov lágum støði, og at samráðingarpartarnir ikki hava havt heimild at taka størri avgerðir um t.d. vápnahvíld.

Ukrainski verjumálaráðharrin, Rustem Umerov, sum luttók á fundinum í Istanbul, sigur, at næsta stig eigur at vera ein fundur millum ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj og russiska forsetan, Vladimir Putin.

– Eg haldi, at næsta stig eigur at vera, at skipað verður fyri einum fundi á leiðarastøði.

Vladimir Medinskij, sum stendur á odda fyri russisku sendinevndini, segði á tíðindafundi, at Russland tekur áheitanin um ein fund millum Putin og Zelenskyj til eftirtektar.

Tað var Putin sjálvur, sum kom við uppskotinum um at hava samráðingar í Istanbul, og eftir hetta boðaði Zelenskyj frá, at hann ynskti at hitta Putin í Istanbul. So bleiv tó ikki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder