ES-nevndin mælir nú til, at ráðharraráðið í ES fer undir samráðingar við Moldova og Ukraina við limaskapi fyri eygað.
Tað gongur fram í eini frágreiðing frá ES-nevndini viðvíkjandi møguligum nýggjum limum í evropeiska samveldinum.
Her mælir ES nevndin til, at stats- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum taka undir við at fara undir samráðingar við Moldova og Ukraina.
Roknað verður við, at leiðararnir í teimum 27 ES-londunum fara at viðgera málið á ES-toppfundi, sum verður í desember.
Men at fara undir samráðingar er á ongan hátt nøkur vissa fyri, at londini verða upptikin sum limir.
Upptøkutilgongdin tekur minst fýra ár, og um londini ikki lúka tey krøv, sum verða sett fyri limaskapi, so kunnu tey ikki takast upp sum limir, hevur Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna fleiri ferðir lagt dent á.
Tað er eisini ein opin spurningur, um øll 27 ES-londini taka undir við, at Ukraina og Moldova gerast limir.
Forsætisráðharrin í Ukraina, Viktor Orban, hevur fyrr mælt ímóti at loyva Ukraina inn í felagsskapin, tí landið er í kríggi.
Eisini Slovakia hevur við nýggju stjórnini fingið ein meira ivasaman hugburð mótvegis Ukraina. Hetta førdi til, at landið herfyri boðaði frá, at hóast Slovenia er limur í bæði ES og Nato, vil Slovenia ikki longur veitir Ukraina hernaðarstuðul.
ES-nevndin hevur eisini gjørt metingar um fleiri lond í Vesturbalkan. Hetta verður mett at vera ein roynd úr Brussell at forða fyri, at hesi lond ikki fara at nærkast Moskva.
Ursula von der Leyen nevnir eisini, at Bosnia-Hersagovina eigur at sleppa við í hesa tilgongdina, tá landið megnar treytirnar. Eisini Georgia kann gerast tað níggjunda landið á listanum yvir lond, ið royna at verða upptikin í ES, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald