
Ukraina væntar, at Russland fer at taka undir við uppskotinum um 30 dagar langa vápnahvíld frá í morgin, mánadegnum, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í dagføring á X.
– Tað er eingin orsøk at halda fram við drápunum, sjálvt ikki í ein dag. Vit vænta, at Russland fer at taka undir við einari vápnahvíld - fulla, varandi og álítandi - frá í morgin, 12. mai.
Zelenskyj leggur afturat, sambært Ritzau, at Ukraina er til reiðar at hittast til samráðingar, og er tað jaligt, at Russland "endiliga er byrjað at umhugsa at fáa ein enda á krígnum".
– Allur heimurin hevur bíðað eftir hesum leingi. Og fyrsta stigið, tá mann skal enda eitthvørt kríggj, er ein vápnahvíld.
Í gjár boðaði ukrainski uttanríkismálaráðharrin frá, at Ukraina og sameind lond vóru samd um eitt uppskot um vápnahvíld. Í nátt boðaði russiski forsetin, Vladimir Putin síðani frá, at Russland er til reiðar at fara undir beinleiðis samráðingar við Ukraina.
Les eisini: Putin vil hava beinleiðis samráðingar millum Russland og Ukraina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald