Uttanlands

Ukraina: Vit hava skotið trý russisk jagaraflogfør niður

Sambært ukrainum hendi hetta á middegi í gjár – Russiski herurin hevur ikki viðmerkt fráboðanina hjá ukrainska herinum

Flogførini vóru av slagnum Su-34 (Mynd: AP)

Flogførini vóru av slagnum Su-34 (Mynd: AP)

2023-12-23 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski herurin sigur seg hava skotið trý russisk jagarafly niður í sunnara parti av landinum.

Mykola Olestjuk, ovasti leiðari hjá ukrainska flogvápninum sigur, at flogførini, sum vórðu skotin niður á middegi í gjár, vóru av slagnum Su-34.

Russiski herurin hevur ikki viðmerkt fráboðanina úr Ukraina, men tað hava russiskir bloggarar, og sambært greinarum kunnu ukrainar hava brúkt amerikanskar rakettir, skrivar Reuters, sum sigur seg ikki kunna vátta fráboðanina hjá ukrainska herinum.

Í dagligu røðu sínari, takkaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj tey, sum høvdu skotið flogførini niður yvir Kherson-økið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder