Uttanlands

Ukrainar boða frá úrtøkumiklum samráðingum - Russland og USA farin undir samráðingar

Umboð fyri USA fundast við russar og ukrainar í Saudiarabia í dag

Samráðingarnar fara fram á Ritz-Carlton-gistingarhúsinum í Saudiarabiska høvuðsstaðnum, Riyadh (Mynd: Ritzau)

Samráðingarnar fara fram á Ritz-Carlton-gistingarhúsinum í Saudiarabiska høvuðsstaðnum, Riyadh (Mynd: Ritzau)

2025-03-24 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Embætisfólk úr USA og Ukraina høvdu í gjár nakrar úrtøkumiklar samráðingar um kríggið millum Russland og Ukraina, skrivar ukrainski verjumálaráðharrin, Rustem Umjerov í dagføring á X.

– Málið hjá Zelenskyj forseta (Ukrainska forsetanum Volodymyr Zelenskyj, red.) er at tryggja rættvísan og varandi frið fyri land og fólk okkara - og sum framhald av tí fyri alt Evropa. Vit arbeiða við at gera hetta mál til veruleika, skrivar verjumálaráðharrin.

Partarnir fundaðust í saudiarabiska høvuðsstaðnum Riyadh, og umrøddu teir m.a. orkuøkið, sigur Umjerov.

Umboð fyri USA skulu í Saudiarabia fundast við umboð fyri Ukraina og Russland hvør sær. Fyrrapartin byrjaðu samráðingarnar millum USA og Russland, skrivar Ritzau.

Samráðingarnar snúgva seg m.a. um eina vápnahvíld í Svartahavi. Amerikanska stjórnin hevur gjørt greitt, at endamálið er at fáa í lag eina vápnahvíld í Svartahavi og seinni eina fullkomna vápnahvíld.

Herfyri samdust Ukraina og USA um eitt uppskot til 30 daga vápnahvíld. Russland hevur tó ikki tikið undir við tí. Í staðin hava russar skotið upp at steðga álopum á orkuverk, og tað er undirtøka fyri hesum á báðum síðum. Tó er enn ikki semja um, hvat er umfatað av hesum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder